Neyvan væntaði nakar, at løgtingið skuldi samlast millum jól og nýggjár, men stríðið millum samgongu og andstøðu í vinnunevndini gjørdi, at hetta varð neyðugt. Hetta bleiv ein dýrur umgangur hjá Magna Laksáfoss.
Hann fór nevniliga í farloyvi undan jólum, men væntaði neyvan, at nakar fundur bleiv millum jól og nýggjár. Tá tingfundur kortini var settur í morgun, mátti hann tí biðja um farloyvi í eina viku afturat. Tískil missir hann sjálvur eina vikuløn afturat, sostatt kann sigast at jólaferian hjá honum dýrkaði eini 9.000 krónur.
Tríggir tinglimir vóru í farloyvi beint undan jólum, Bjørn Kalsø og Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum og Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldi. Í teirra stað sótu Helgi Abrahamsen, Edva Jacobsen og Kristina Clementsen á tingi.
Nú tingið er sett í morgun, las løgtingsformaðurin Páll á Reynatúgvu skriv upp frá Annitu á Fríðriksmørk, har hon boðaði frá, at hon tók sæti aftur á tingi frá jólaaftan. Hennara missur er tí einans tann vikan, hon var burtur. Bjørn Kalsø boðaði, umvegis løgtingsformannin, frá, at hann tekur sæti aftur í morgin, so hann hevur eisini ein fíggjarligan miss av hesum tingfundunum. Men dyggasta fíggjarliga smeitin fekk Magni Laksáfoss.










