Jólabýurin tekur skap

Nú eru jólini heilt vist í hondum, nú leiðarin á VisitTórshavn - Theresa Turidardóttir Kreutzmann - er farin í Tinghúsgarðin at peika og dirigera, hvar jólasmátturnar skulu standa.

Nú eru jólini heilt vist í hondum, nú leiðarin á VisitTórshavn - Theresa Turidardóttir Kreutzmann - er farin í Tinghúsgarðin at peika og dirigera, hvar jólasmátturnar skulu standa.

 

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.

 

Í ár er tað VisitTórshavn (Kunningarstovan) sum saman við øðrum stendur fyri at jólaprýða miðbýin. Ein tann størsta broytingin er, at sølusmátturnar flyta niðanaftur í garðin millum tinghúsið og Eik. Men miðbýurin verður tó prýddur allur sum hann er.

 

Í smáttunum verður ymisk jólasøla, til dømis listhandverk, jólabakstur og fiskur og kips. Hesaferð verður ljós varpað á sagnir og ævintýr, so børn og barnsligar sálir hava nakað at gleða seg til. Jólamenn og jólasangur verða eisini at síggja og hoyra um allan miðbýin.

 

Fylgið við á heimasíðuni www.visittorshavn.fo ella á síðuni "Jól í miðbýnum 2013" á Facebook.