Jólaborðhaldini byrjað

Nú er tíðin komin til at jólaborðhaldini byrjað, og ungmanafelagið í Nólsoy skipaði fyri slíkum í gjár.

Nú er tíðin komin til at jólaborðhaldini byrjað, og ungmanafelagið í Nólsoy skipaði fyri slíkum í gjár.

 

Tað var sera hugnaligt, tá ungmannafelagið Royndin í gjárkvøldið skipaði fyri hjólaborðhaldi í Royndaerhúsinum.

 

Út við hundrað fólk høvdu tekna seg til borðhaldið, sum hildnaðist sera væl.

 

Sjálvt borðhaldið vardi í einar fýra tímar, og tað tóktist ikki, sum fólk høvdu hug at gevast við at syngja.

 

Dansurin gekk eisini sera væl, og dansað var langt út á náttina.

 

Tað hevur ikki verið nógv lív í úti í Nólsoy seinastu árini, men nýggja nevndin hevur tikið annað skinn um bak, og nú er tað onnur veitslan í heyst, ið skipað verður fyri. Seint í september var skipað fyri einari nátaveitslu, og tá vóru væl yvir 80 fólk við. Hesaferð vóru tey 97, ið høvdu teknað seg.