Jólaborðhaldið órógvað

Jólaborðhaldið fyri børn hjá sløkkiliðsmonnunum bleiv nakað órógvað í gjár, tá sløkkiliðið bráðliga varð boðsent til eini sethús á Dalavegnum í Havn.

 

Jólaborðhaldið fyri børn hjá sløkkiliðsmonnunum bleiv nakað órógvað í gjár, tá sløkkiliðið bráðliga varð boðsent til eini sethús á Dalavegnum í Havn.

 

Sum vanligt er, tá sløkkiliðið skipar fyri jólaborðhaldi fyri børnum sløkkiliðsmanna, vóru børn og sløkkiliðsmenn farin at leita eftir jólamanninum. Seinast nakar hoyrdi frá honum, var hann staddur í nýggju vindmyllulundini hjá SEV í Húsahaga. Sløkkiliðsbilarnir fóru tí við útrykningi koyrandi niðan eftir oyggjarvegnum at leita eftir jólamanninum.

 

Teir vóru tó ikki meiri enn komnir aftur á brandstøðina, so gekk alarmurin og ein fráboðan kom, um ein eldsbruna á Dalavegnum í Havn. Tá var einki at gera, uttan at lata borðhald verða borðhald, leypa í bilarnar og koma sær oman í býin skjótast gjørligt.

 

Sum in.fo boðaði frá í gjár, var talan um eitt kertiljós, ið hevði fest eld í einar gardinur í einum vindeygaskarmi. Lukkutíð varnaðust fólk eldsbrunan tíðliga og fingu boðsent sløkkiliðnum. Skaðin gjørdist tí nógv minni umfatandi, enn hann kundi verið vorðin. Nakað av roykskaða kom á húsini, men eldskaðin var lítil og eingin, tó at tað var vorðið nakað svart uppi undir loftinum.

 

Av brandstøðini siga tey, at tíbetur varnaðust fólk eldin so tíðliga, og tí varð skaðin avmarkaður. Harumframt hjálpti tað væl, at allir tøkir mans longu vóru á brandstøðini og klárir at leypa avstað. Innsatsleiðarin sigur, at vanliga nýta menn eini fýra minuttir at koyra niðan á brandstøðina, men í gjár vóru teir jú longu á støðini.

 

Annars minna tey á brandstøðini enn einaferð á, hvussu týdningarmikið tað er, at halda eyguni við kertiljósunum. Serliga umráðandi er tað hesa tíðina, tá fólk hava úr at gera, og nógv tessvegna eru strongd og í tíðarneyð.

 

Tí tað er nettupp í strongdum løtum, at tað er skjótt at gloyma, minna tey á brandstøðini á.