Jolabýurin verður tendraður í dag

Jólabýurin í SMS verður tendraður í dag

Í dag kl. 16.30 verður hugnaligi jólabýurin á Torginum í SMS tendraður.

– Jólabýurin, sum hevur glett bæði vaksin og børn seinastu mongu árini, er við tíðini vorðin ein partur av jólunum við tað, at er blivin siðvenja hjá nógvum familjum at vitja jólabýin - og kunnu nógv vera samd um, at tað eru ongi jól uttan jólabýin í SMS, skrivar SMS í fráboðan.

Jólabýurin hevur skift ham á hvørjum ári, og soleiðis verður aftur í ár.