- Sjálvandi kundi man ynskt, at tað varð eins fult í kirkjuni vanligar sunnudagar, men eg haldi avgjørt, at tað er positivt, at fólk leita sær í kirkju um høgtíðina. Tað sigur Theodor E. D. Olsen, Kvívíksprestur.
Hann dugir ikki at siga, júst hvat tað er, sum ger, at fólk so fegin vilja sleppa í kirkju jólaaftan.
- Tað eru ikki meiri enn eini 40-50 ár síðani, at kirkjurnar byrjaðu at fyllast jólaaftan. Men onkursvegna hevur kirkjan eina savnandi megi - og eg havi onkuntíð sagt, at jólini eru ein kanón succes. Tað merkja vit eisini í kirkjuni.
Theodor E. D. Olsen sigur, at tey í kirkjuni týðiliga merkja, at fólk hava en tørv á at koma í kirkju á jólum.
- Fólk vilja nokk hoyra tey góðu tíðindini, og tað er mangan stúgvandi fult heilt út í forkirkjuna. Men tað er kanska hugaligari at hoyra um nýfødda barnið á jólum, enn deyða frelsaran, sum páskirnar umrøða. Tað er heilt klárt serliga jólaaftan, sum er stóri, savnandi dagurin. Jóladag er eisini nógv fólk, men tá fært tú altíð pláss at sita, so tað er ikki eins trongt og jólaaftan.
Tað eru annars nakrir dagar síðani, at Kvívíksprestur byrjaði at hugsa um jólaprædikurnar.
- Nú tosar man so nógv um málbólkar. Men á jólum - og serliga jólaaftan - eru øll í málbólkinum. Tá eru heilt smá børn og pensjonistar sum lurta, og tískil er størsta avbjóðingin at halda eina prædiku í fleiri løgum, sum kann fanga øll, sigur Theodor E. D. Olsen.