Í ár hava Klaksvíksjingar - og onnur við - notið jólinini á ein serstakan hátt við hugnaligum jólabýi í gamla partinum av býnum úti í Klaksvík
Uttanfyri í lítlu fittu smáttunum hava ymisk feløg leigað seg inn at selja vaflur, kakao, kaffi og ymiskt annað, sum tey sjálvi ynskja at selja. Spískamarið hevur verið vitjað av bakaríum og øðrum í býnum sum duga at baka, og tey hava selt køkur, bomm og annað søtt. Sìðani er eisini ein kreativur verkstaður í jólabýnum har fólk innan kreativu vinnuna halda til.
Annika Steintórsdóttir Biskopstø, samskiparin av tiltakinum, sigur at hon hevur fingið íblástur til býin frá ferðast úti í heimi, og árunum hon hevur búð í Glasgow og í Keypmannahavn. Hon var, sum so mong onnur, tilvitað um hvussu jólabýir síggja út og virka aðrastaðirs. Hon hevur tó havt í huga ikki at gera býin ov merktan av sølu og keypi.
Les meir um nýggja tiltakið Jól úti í Klaksvík í Vikublaðnum.