Jól umborð á Smyrli

Strandferðslan ger nógv burtur úr, nú ókeypis er at sigla við øllum ferjunum hetta vikuskifti.

Strandfaraskip Landsins fara at gera rættiliga nógv burtur úr umborð á Smyrli hetta vikuskiftið, nú ókeypis er at sigla við strandfaraskipunum.

 

Í samband við tiltakið, sum stovnurin hevur valt at rópa “Jól umborð á Smyrli”, eru forvitnisligar skráir lagdar fyri siglingina bæði fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin.

 

Tað er serliga fríggjadagin og leygardagin, at skráin fyri dagarnar er drúgv, men eisini sunnudagin verður skipað fyri ymiskum umborð á Smyrli.

 

Fríggjadagin og leygardagin undirheldir klovnurin Bubu á túrunum bæði av Krambatanga og úr Havnini. Umframt undirhald er eisini eitt jólasjálvtøkuborð umborð, borðreitt við alskyns leskiligum rættum.

 

Les eisini Gera nógv burtur úr jólatúrinum

 

Á seinnu túrunum fríggjadagin og leygardagin verður livandi tónleikur at hoyra. Tey, ið syngja eru Hallur Joensen, Kristina Bærentsen, Evi Tausen og Beddi.

 

Sunnudagin verður ikki sjálvtøkuborð, men ístaðin verður borðreitt við brunsj, tá Smyril siglir av Havnini klokkan 11.00.

 

Niklas Heri Jákupsson fer at lesa úr bók síni Karlo og Luddi á túrunum úr Havnini klokkan 11.00 og av Krambatanga klokkan 17.30. 

 

Les eisini Skal koma øllum føroyingum til góða