Tottenham hevur ikki fingið ta byrjan upp á kappingarárið í Premier League, sum felagið kundið hugsað sær. Eftir fyrstu tríggjar dystirnar hevur felagið bert fingið trý stig, og sum skilst á enskum miðlum, so er nevndin í felagnum ikki nøgd við úrslitið higartil.
Bæði The Sun og The Daily Mail vilja vera við, at Martin Jol verður koyrdur seinni í vikuni, og sambært bløðunum er tað venjarin hjá Sevilla, Juande Ramos, sum stendur fremst í røðini at taka yvir.
Eísini enskar veddingarfyritøkur vænta, at Jol kann rúka seinni í vikuni. Undan kappingarárinum fekk man 50 ferðir pengarnar aftur frá veddingarfyritøkuni, Blue Square, um Jol var fyrsti venjarin, sum reyk, meðan somu odds hjá somu fyritøku nú eru niðri á 1,9.
Um Juande Ramos ikki sleppur frá Sevilla, so vera menn sum Marcelo Lippi, Mark Hughes og Harry Redknapp settir í samband við Tottenham.