Jól á Brúnni er ein dagur har jólahugnin er í hásæti. Tónleikur, jólapynt, leskiligur matur og okkurt søtt, alt tað, ið tær tørvar til at koma í jólahýri.
Jólabásar lata upp kl. 17:00 í einum hugnaligum og jólaligum umhvørvi bæði úti og inni. Ein kann keypa sær prýðislutir, grýturætt, nýbakaðar vaflur, heitt kakao, popkorn, candyfloss, rís ala mande og annað. Eisini verður okkurt stuttligt til børnini.
Ein spennandi jólasøla verður eisini, har til ber at ogna sær ymiskt vakurt sum næmingar og onnur hava gjørt – bæði prýði og okkurt gott til góman.
Kl. 19:30 verður árliga jólakonsertin! Ein løta, har vit kunnu steðga á og njóta tann góða tónleikin. Tað vera ymiskir bólkar og einstaklingar, sum koma at framføra jólasangir. Eisini framføra næmingar frá eftirskúlanum. Konsertin er ókeypis.
Aftaná konsertina lata básarnir upp aftur so um tú ikki náddi, at keypa tær vaflur, heitt kakao ella annað, so er tað enn møguligt, tí básarnir hava opið til kl. 22:00.
Vit gleða okkum til at síggja mong, bæði oyggjafólk og aðra staðni frá.