Jokovic fer ikki til Aarhus

Tað verður ikki í FC Aarhus, at Nocko Jokovic fer at spæla fótbólt í vár

Fyrrverandi HB áleyparin Nocko Jokovic fer ikki at spæla við FC Aarhus. Tað er greitt, eftir at samráðingarnar millum partarnar slitnaðu.
Umboð fyri FC Aarhus siga, at felagið gjarna hevði gjørt sáttmála við leikararan, men partarnir kundu ikki semjast um tað fíggjarliga í sáttmálanum. Við øðrum orðum kundi felagið ikki ganga lønarkrøvunum hjá Jokovic á møti.
Sostatt er Nocko Jokovic, sum hevði ein týðandi leiklut á vinnandi HB liðnum í fjør, framvegis arbeiðsleysur. Hann hevur ikki havt nakran sáttmála, síðan hann vann FM-heitið við HB í heyst.