Landsliðsúttøkan leggur upp til, at øll eggini verða løgt í kurvina til dystin móti Lettlandi, sum er tríggjar dagar eftir dystin móti Armenia. Odmar Færø, Jóannes Bjartalíð og møguliga Brandur Hendriksson kunnu ikki spæla báðar dystirnar. Tað loyvir skaðastøðan hjá teimum ikki.
(Grein í Sosialinum)
- Um Brandur verður klárur, so tosa vit um ein hálvan tíma ella so av spælitíð, segði Håkan Ericson mánadagin 30. oktobur. Brandur Hendriksson er úttikin og venur við. Jóannes Bjartalíð kann helst fleiri minuttir enn tað, men landsliðsvenjarin avdúkar, at hann ikki ætlar at brúka tann jokarin fyrr enn móti Lettlandi.
Odmar Færø hevði sjálvur hug at siga, at hann nokk ikki var eins væl fyri nú, sum hann hevur verið, men vildi ikki avvísa at spæla tveir dystir, um boð verða eftir honum. Tað verður hørð kapping um málmansplássið, tí Bárður á Reynatrøð fær nú kapping frá bæði Teiti M. Gestssyni og Mattias H. Lamhauge. Báðir sótu yvir seinast.
Á miðjuni er eitt óvæntað navn við. Tað er Hannes Agnarsson úr B36. Landsliðsvenjarin sær skjóta spælaran hjá B36 sum ein “jokara”, ið kann koma inn og geva liðnum nakað annað. Í álopunum var einki óvæntað og avbjóðingin við at skjóta mál stendur við.
Til seinast er so spurningurin; hvar er Hallur Hansson? Hann spælir fast á miðvøllinum hjá KÍ og hevur verið liðskipari á landsliðnum. Hann er altíð til staðar á vøllinum og arbeiðir hart, men aðru landsliðsúttøkuna á rað hevur hann givið avboð.
- Eg tosaði við Hall Hansson og hann følir ikki, at hann er til reiðar at spæla landsdystir enn. Hann er blivin ein klókur maður, sum hevur verið skaddur leingi og vil koma seg fult, greiddi Håkan Ericson frá í samrøðu við Televarpið mándagin 30. septembur.
Føroyar spæla móti Armenia hóskvøldið klokkan 19.45.