Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur úttikið Brand Henriksson Olsen til UEFA Nations League dystirnar móti Armenia og Lettlandi. Tað boðar Fótbóltssambandið frá í kvøld.
Fyrr í vikuni kunngjørdi landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericson hópin til UEFA Nations League dystirnar móti Armenia og Lettlandi, sum verða á Tórsvølli hósdagin 10. og sunnudagin 13. oktober.
Í fyrstu atløgu hevði venjarin 23 nøvn á listanum, men samstundis boðaði hann frá, at væntandi fór ein spælari afturat at verða boðsendur seinni í vikuni.
Og nú er greitt, at Brandur Hendriksson Olsen, ið spælir fyri Fredrikstad FK í Noregi verður partur av føroyska hópinum, sum mánadagin fer undir fyrireikingarnar til komandi landsliðsuppgávur.
– Tað er fantastiskt at vera við aftur, og eg gleði meg til fyrstu venjingina, sum verður mánadagin. Eg havi tamarhald á skaðanum, ið hevur darvað, og kann nú venja aftur við fullari fer, so tað sær gott út, sigur Brandur Hendriksson Olsen við heimasíðuna hjá FSF.
Atgongumerki til UEFA Nations League dystirnar móti Armenia og Lettlandi fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er einans 50 krónur fyri børn, og úr 100 krónum fyri vaksin.