Jokarin heldur seg til fakta

Tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum, John Johannessen, fæst ikki at siga, at hann er fegin um, at ætlanin at veita rækjuvinnuni stuðul er fyribils slept. -Eg haldi meg bara til fakta í málinum, sum er, at tað er brot á WTO-reglur at vit veita stuðul, sigur javnaðartingmaðurin .

Løgtingslimurin hjá Javnaðarflokkinum, John Johannessen, hevur fleiri ferðir givið til kennar, at hann metir ikki tað rætt av tí almenna at veita kreppuraktu rækjuvinnuni stuðul. Ungi tingmaðurin er sannførdur um, at vinnan eigur at klára seg sjálv uttan almennan stuðul. Javnaðarflokkurin hevur gingið í fleiri bólkum, tá spurningurin um stuðul til rækjuvinnuna hevur verið umrøddur í flokkinum.
Spurdur um niðurstøðan hjá uttanlandsdeildini, at rækjustuðulin stríðir við altjóða lóg, kemur væl við persónliga, svarar John Johannessen, at tað ger tað ikki beinleiðis.
?Eg haldi tað er skeivt at veita stuðul til vinnulívið, tí tá fer tráanin hjá vinnuni at klára seg sjálva burtur. Tú kanst ikki beinleiðis siga, at eg fegnist um niðurstøðuna, tí tað er ikki vist, at stuðul ikki kann veitast á annan hátt. Eg haldi meg bara til fakta í málinum, sum er, at tað er brot á WTO-reglur vit veita stuðul til rækjuvinnuna, sigur javnaðartingmaðurin John Johannessen.
Spurdur, hvørja ætlan Javnaðarflokkurin hevur fyri at hjálpa rækjuvinnuni, svarar tingmaðurin, at málið er ikki enn viðgjørt innanhýsis í flokkinum, og tí ber ikki til at siga, hvørja støðu flokkurin hevur í málinum.

Keypa kvotur
Ætlanin hjá landsstýrinum var at veita rækjuvinnuni í alt 20 mió krónur í stuðli komandi tvey árini, men henda ætlan er fyribils slept. John Johannessen heldur, at ein skilagóð loysn kundi verið at givið rækjuvinnuni ein part av býtiskvotunum í Barentshavinum.
?Vit eiga at býta ressoursurnar betur. Á hvørjum ári gera vit eitt stórt býti í kvotum Barentshavinum, tó uttan at rækjuvinnan fær nakran part. Møguliga áttu vit at lagt okkum eftir at givið nakað hesum býtinum til rækjuflotan. Eg haldi tað nógv skilabetri at hjálpa rækjuvinnuni við at geva henni fleiri kvotur enn at geva vinnuni beinleiðis rakstrarstuðul, heldur John Johannessen.