Johs er 57 ára gamal og føddur og uppvaksin á Stevns á Sælandi. Hann hevur málað í 15 ár og er sjalvlærdur. Í dag býr hann í Keypmannahavn. Hann hevur búð í Klaksvík og á Eiði fyri umleið 30 árum síðan. Flestu málningarnir á framsýningini eru akryl á lørift. Eisini er málað á rekavið og á akryl á plátum. Tey flestu motivini eru føroysk. Í dag, fríggjadagin 11. apríl frá kl. 17 ?19, er móttøka, har okkurt leskiligt verður at fáa.
Framsýningin er opin frá 8. til 22. apríl, gerandisdagar er opið frá kl. 11-17.
Fríggjadagin 11. apríl er opið frá kl. 11 - 19
Leygardagin 12. apríl er opið frá 10 ? 13
Skírisdag og Langa fríggjadag er opið frá kl. 14-19
Leygardagin 19. apríl er opið frá 10 ? 20
Páskadag er opið frá kl. 14 ? 17
Mánadag 21. apríl frá kl. 16 ? 20











