Johannes Næs er sonur Martin Næs í Nesi, og Juliannu Hammer av Hamri úr Hvalba. Næs er giftur við Brynhild Stenberg úr Sumba. Tey fingu fýra børn : Unna, Martin, Uni og Julianna. Unna er sjúkrasystur gift við Petur Martin Petersen, og búgva tey í Fuglafirði. Martin hevur verið landsbókavørður, giftur við Tóru av Akuroyri, og tey búgva í Havn. Martin kom at ganga í faðirsins fótasporum og er nú deildarleiðari í mentamálaráðnum, tey eiga m.o. landsliðsleikaran Jónas Tór Næs. Uni er prestur og giftur við Emly av Strondum. Tað var ein stórur dagur fyri tykkum bæði Brynhild og Næs at uppliva, at Uni varð settur sum dómpróstur í Føroyum. Julianna er pedagogur og gift við Fríðfinni Jónsson skúlaleiðara og búgva tey í Lorvík. Abba- og ommubørnini eru 11 í tali.
Í Vági komu Brynhild og Næs fyrst at búgva á Marknoyri í húsunum hjá Johs Larsen, seinni keyptu tey húsini hjá Kristiani Nolsøe eitt sindur longri vesturi.
Heimið hjá Brynhild og Næs í Vági, har eg kenni tey best frá, var eitt valaheim, har børnini vuksu upp undir sera tryggum og góðum umstøðum, og komu tey øll væl fyri her í lívinum.
Brynhild hevur verið tær Næs ein góð kona og tær ikki minni ein góður stuðul gjøgnum lívið. Hetta er av mær als ikki ov nógv sagt, tí eg minnist, tá ið vit vóru í silvurbrúdleypinum hjá tykkum, sum stóð á hotel Føroyum niðuri á Kongabrúnnið, at presturin og vinmaðurin Johan Weihe segði í talu sínari til silvurbrúðarparið, at um hann skuldi fingið sær eina konu, skuldi hon vera sum Brynhild, so tað sigur ikki so lítið.
Næs tók læraraprógv í Havn undir seinna heimsbardaga og starvaðist síðani sum lærari ymsa staðni í Suðuroynni, á Tvøroyri, Sumba, Øravík, eitt longri skifti í Porkeri, og í Vági frá 1949 til á heysti í 1962, tá ið hann fyribils varð settur sum skúlaráðgevari í serundirvísing fyri alt landið.
Í 1965 varð hann útnevndur í nýggja starvið sum skúlaráðgevari í serundirvísing fyri allar Føroyar.
Í 1962 tók eg prógv og bleiv lærari í Thyborøn, men tá ið starvið hjá Næs varð lýst leyst sum vikarstarv í Vági, tí Næs var í farloyvi, søkti eg, og komu Marna og eg til Vágs sum lærarafólk eftir summarfrítíðina 1963.
Okur, sum vóru næmingar við Vágs skúla minnast Næs, sum okur altíð róptu hann, sum ein avbera góðan lærara í t.d. føroyskum, sum hann hevði stóran alsk til og ikki minst í fimleiki, har hann í hvítum búna altíð gekk undan at gera fimleik, tí framúr fimur var hann, antin tað so var til reiðsskapsfimleik, fimleik á gólvinum ella í togunum. Men fram um alt minnist eg og øll við mær á mínum aldri hann fyri tað eyka arbeiði, hann gjørdi aftaná skúlatíð, uttan løn, við at læra okkum at svimja vesturi á Vatninum, har hann við einari langari bambusstong við stórum glúpi í endanum lærdi okkum svimjitøkini og at halda okkum uppi. Við Vatnið var eitt hús til umklæðing. Á sunnaru síðu á Vatninum skipaði hann fyri at gera eina brúgv, harfrá hann við bambusstongini lærdi okkum at svimja.
Eftir lokna skúlagongd í Vági, fór eg at lesa til lærara á Nr. Nissum sem.Skúlastjórin J.O.Djurhuus søkti fyri meg. Tá søkti man ikki sjálvur, men fekk onkran at gera tað fyri ein. Men Marna, seinni kona mín, heitti tvey ár seinni á Johs. Andr. Næs, sum eisini er skyldmaður hennara, um at søkja fyri seg á læraraskúla. Um Næs hevði nakran baktanka við at søkja fyri Marnu júst á Nr.Nissum, veit eg ikki, men hann skal hava eina stóra tøkk uppiborna frá mær fyri at hann sendi hana hagar. Fleiri ferðir seinni hevur Næs sagt við okkum, at eg visti tað altíð, at tað blivu tit bæði. Heimið hjá Marnu var tilhaldshús í Vági hjá familjuni Næs í Hvalba.
Næs kom á landsskúlafyrisitingini at starvast saman við góðum monnum so sum Ludvig Petersen, landsskúlastjóra, ein av fremstu skúlamonnum, sum landið hevur fostrað. Hann fekk m.a. sett á stovn musikkskúlarnar í Føroyum. Næs hevur har í húsinum gjørt sína ávirkan galdandi á skúlaviðurskifti okkara, ikki minst í Vági.
Í 1975/76 varð viðtikið at útbyggja Vágs skúla. Við landsmyndug- leikanna hjálp varð H.F., sum hevði verið á Tvøroyri í 3 ár, flutt til Vágs, tí umframt fakhøli vóru bygd eyka høli, sum eisini kundi hýsa H.F., til framtíðarbygging av einum studentaskúla varð gjørd. Tað, sum serliga frøddi okkara gamla svimjilærara og pioner Næs undir hesari bygging, var, at Vágs skúli fekk ein 25 m langan svimjihyl, sum enn dagin í dag er einasti skúlahylur í landinum, sum er 25 m. Nú var sett út í kortið til, at Vágur skuldi verða skúlabýurin í Suðuroynni burturav. At so landsstýris- samgongan, sum tá var, slitnaði, og byggingin av nýggjum studentaskúla í Vági bleiv steðga, tí tekningin skuldi broytast, gjørdi at byggingin ongantíð kom í gongd aftur. Hetta bleiv og er í dag ein vanlukka fyri Vág.
Næs var eisini fyristøðumaður fyri Vágs tekniska skúla í mong ár, men eisini hesin er burtur. Hann var bókavørður á bygdarbókasavninum tað tíð, hann var í Vági. Ein kann bara spyrja, hvussu Næs hevur kunna nátt alt tað hann hevur verið uppií og framt. Nevndarlimur og formaður í Føroya Lærarafelag í mong, mong ár. Hevur skrivað bøkur til skúlabrúks og aðrar bøkur. Yrkt sálmar og sangir. Tann størsta partin av sínari tíð hevur hann nýtt á tí andaliga økinum. Blaðstjóri á Sunnudagsblaðnum í ein mansaldur. Heimamissiónini ikki minst, sum á øllum øðrum økjum, hevur hann verið ein framúr trúgvur tænari.
Eg fari at gevast her, sjálvt um eg kundi hildi áfram við at sagt nógv nógv gott afturat.
Næs, nú tú lítur aftur um bak og sær alt tað góða, tú hevur framt og lagt úr hondum hesi 90 ár, tú hevur livað, so kanst tú bara vera sera væl nøgdur og takka Gudi fyri alt og ikki minst fyri eina góða heilsu.
Marna og eg fara at takka Brynhild og tær fyri vinalag, trúfesti og eisini fyri jólakortini á hvørjum ári øll hesi mongu ár, og vit fara hervið at biðja Harran signa og verða við tykkum í komandi tíðum.
Marna og eg fara at ynskja tær Næs, saman við tínum, ein góðan føðingardag nú tann 16. og ein góðan komandi leygardag.
Jákup Olsen









