Johnston er á lívi

Palestinski forsetin sigur seg vera vísan í, at burturflutti BBC-tíðindamaðurin Alan Johnston er á lívi. Í síðstu viku boðaðu burturflytararnir frá, at teir høvdu tikið Alan Johnston av døgum. Teir søgdu eisini, at teir høvdu tikið avrættingina upp á sjónband, og at teir ætlaðu sær at almannakunngera myndirnar.

Men palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, sigur nú, at hann er vísur í, at Alan Johnston er á lívi. Tað segði hann, tá hann í gjár var og vitjaði í Stockholm.

-Allar keldurnar hava greitt forsetanum frá, at Johnston er á lívi, segði samráðingarleiðarin hjá Abbas, Saeb Erakat.