Johnson: Alt endar galið uttan góðan veðurlagsfund

G20-fundurin var ein miseydnaður møguleiki fyri veðurlagið fyltur við veikum lyftum og orðaskvaldri, sigur hjálparfelagsskapur

 

Heimsins leiðarar stilla í dag upp til felagsmynd framman fyri Trevigosvatnið í Róm í sambandi við G20 toppfundin. - Foto: Andreas Solaro/Ritzau Scanpix

Á síðsta degni av toppfundi millum heimsins 20 størstu búskapir (G20) í Róm var semja um, at málið framvegis er at avmarka alheims upphitingina við hægst 1,5 prosenti.

Men á toppfundinum í italska høvuðsstaðnum vóru eisini vónbrot millum nakrar leiðarar. Teir ávaraðu um, at tað skal nógv meira til, enn tað sum londini lova, fyri at gera veðurlagsfundin hjá ST í skotska býnum Glasgow væleydnaðan.

Fundurin í Glasgow byrjaði í dag. Og hann heldur fram næstu tvær vikurnar.

Við núverandi útláti av CO2 er heimurin á veg ímóti eini hitaøking upp á 2,7 stig við katastrofalum avleiðingum.

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, er vertur á veðurlagsfundinum í Skotlandi. Hann staðfesti, at tað »ikki var nóg mikið«, sum tey stóru londini koma við. Tað kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri klótuna.

– Um tað ikki eydnast í Glasgow, so endar alt galið, ávaraði Johnson.

Bretski hjálparfelagsskapurin Oxfam kallar G20-fundini í Róm »ein mistan møguleika« fullur av »veikum lyftum og orðaskvaldri«, skrivar Reuters.

Ríkis- og stjórnarleiðarar á G20-fundinum vóru samdir um eina endaliga niðurstøðu, sum mælir til »skjóta atgerð«, sum skal avmarka alheimsupphitingina til 1,5 stig samanborið við hitaviðurskiftini fyri ídnaðargerðina. 

Men niðurstøðan hevur fáar ítøkiligar bindingar fyri londini.

Tey kundu bara semjast um, at tað hevði verið ynskiligt við at steðga nettoútláti av veðurlagsgassum »miðskeiðis í hesi øldini ella har á leið«. Eitt áður gjørt útkast til niðurstøðu setti málið endaligt sum 2050.

Kina hevur boðað frá, at tey ikki ætla at røkka á mál fyrr enn í 2060. Lond sum Russland og India hava als ikki bundið seg til eitt ávíst árstal.

– Vit viðurkenna, at avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum við 1,5 stigum eru minni enn við 2 stigum. At halda 1,5 stig sum málið fer at krevja meiningsfull og verulig tiltøk frá øllum londum, verður sagt í tekstinum frá toppfundinum.

Ein maksimal hitaøking til 1,5 stig er sambært ST-serfrøðingum neyðug fyri at sleppa undan verstu avleiðingunum av alheims upphiting. Tað snýr um verðurbrigdi sum ógvusligur turkur, vatnflóð og ógvusligt ódnarveður.

Í verðurlagsavtaluni, sum varð gjørd í París í 2015, vórðu út við 200 lond samd um, at tey vildu virka fyri at bremsa upphitingina av Jørðini til millum 1,5 og 2 stig innan 2100.

/ritzau/Reuters 

 

 

Heimsins leiðarar stilla í dag upp til felagsmynd framman fyri Trevigosvatnið í Róm í sambandi við G20 toppfundin. - Foto: Andreas Solaro/Ritzau Scanpix