Johnsigurd, Bogi og Sigrún gevast í Degi og Viku

Broytingar í Kring­varp­i­num hava við sær, at kendu vert­ir­nir gev­ast í Degi og Viku

Sigrún Brend hevði sína seinastu Deg og Viku sending sum vertur síðsta fríggj­adag. Og í næstum gev­ast eisini John­sig­urd Jo­hann­e­sen og Bogi Godt­fred sum vert­ir í Degi og Viku hjá Kring­vapi­num.
Orsøkin er broytingar á Ak­u­elt­deid­lini í Kringvaprinum. Og ein tann størsta broytingin er í Degi & Viku og í sendingini mill­um klokkan 17 og 18 týsdag til hós­dag í útvaprinum.
Broytingin við Degi & Viku gong­ur millum annað út uppá, at tey skulu fara meira í dýpdina og við­gera ávís evni breiðari, með­an onnur tíðindi verða nevnd í stutt­um. Eisini skulu tey hvørt kvøld hava gest í studio.

Fleiri tíðindi og hvønn dag kring landið

– Um­framt at vit skipa sjálva Deg & Viku sendingina øðrvísi, so fara vit eisini at hava eitt ferða­lið, sum skal ferðast kring land­ið alla vikuna og gera inn­sløg til Deg & Viku, sigur Georg L. Pet­er­sen, tíð­ind­a­leið­ari í Kring­varp­i­num.
Hann sigur, at tíðinda­send­ing­in í sjónvarpinum verður skip­að við nøkrum styttri søgum fyrst. Síðani verður sjálvur bul­ur­in í sendingini upp á einar 10 min­utt­­ir, har eitt stórt evni verð­ur tikið upp, sum farið verð­ur meira í dýpdina við.
– Tað minnir kanska eitt sind­ur um Deadline hjá DR. Vit fara at kon­front­era, analýsera og per­spek­ti­v­era í nógv størri mun enn hig­artil, sigur Georg L. Petersen.
Í ferða­liðnum verða eitt tíð­ind­a­fólk og eitt myndafólk, sum í ser­inn­rætt­aðum bili við útgerð at red­i­gera við, fara at koyra kring land­ið. Farið verður avstað mána­morg­un, og ferðaliðið skal ikki inn aftur á matrikulin hjá Kring­varp­inum fyrr enn fríggja­dag. Øll innsløgini verða fram­leidd í bilinum og send Kring­varp­i­num.
– Hetta gera vit fyri at dekka alt landið betur, sigur Georg L. Petersen, sum leggur dent á, at tað eru vanlig tíðindi kring landið, sum tey skulu gera.
– Tað skal ikki vera so, at bara tí at vit fara út um Havnina, so gera vit okkurt um seyð. Tað skulu vera ganska almindilig tíð­indi uttan fyri Havnina, sum vit skulu dekka við ferðaliðnum, sig­ur Georg L. Petersen.

Nýggir vertir í Degi & Viku
Nýggir vertir í Degi & Viku verða Sól­vit Nolsø, Elin Mirjamsdóttir, og Heini Gaard.
Hóast Johnsigurd J­o­hanne­sen, Sigr­ún Brend og Bogi Godt­fred gevast sum vertir í Degi & Viku, halda tey fram á Aktuelt-deild­­ini hjá Kringvarpinum, har tey fara at starvast sum tíð­ind­a­fólk.
– Ja allir vertirnir í Degi & Viku verða skiftir  út, sigur Georg L. Pet­ersen.
– Beinta Løwe fór úr starvi her­fyri, og Johnsigurd Jo­hann­e­sen, Bogi Godtfred og Sigrún Brend fingu í boði at halda fram í nýggja leiklutinum sum vertir í Degi & Viku, men tey valdu øll at gev­ast, sigur Georg L. Petersen.
Og tað verður ein munandi broytt­ur leiklutur hjá vertunum í Degi & Viku.
– Øll sendingin verður borin av vert­inum, sum fer at standa leys­ur á gólvinum. Hann fer ikki at standa við eitt borð, sum vit eru von við. Verturin verður eisi­ni redaktørur í sendingini, sigur Georg L. Petersen.
Áður hevur tað verið so, at sendingin hevur havt ein red­ak­tør, sum møtir klokkan 9 um morg­un­in, og so ein vertur, sum møt­ir klokkan 13. Nú verður vert­ur­in eisini redaktørur, og hann fær ein drúgvan ar­beiðs­dag. Hann møtir klokkan 9 og fer til hús eftir Deg & Viku klokk­an 20. Teir tríggir vertirnir í Degi & Viku eru á vakt í eina viku í senn.
– Hetta halda vit vera eina betri loysn. Og so er verturin eis­ini betur ílatin til at hava gestir í send­ingini, sigur tíðindaleiðarin.
Umframt vertin, sum nú eis­ini verður redaktørur, hevur hann ein samredaktør, sum eis­ini arbeiðir frá klokkan 9 til 20, og tað verður hesin samverturin, sum verður í oyranum hjá vert­i­num gjøgnum sendingina.

Nýtt studio – risastórur led-skíggi
Í hesum døgum verður Dagur & Vika ikki send úr vanliga studi­o­num. Tað er tí, at studio í løtuni verð­ur umbygt til nýggju út­gáv­uni av tíðindasendingini í sjón­varp­i­n­um. Tí verður Dagur & Vika send úr fyribilsstudionum, sum varð gjørt til løgtingsvalið.
– Ein stór broyting verður, at ein stórur led-skíggi, sum er ein­ar fimm metrar langur og tríggj­ar metr­ar høgur, verður aft­an fyri vert­in, sigur Georg L. Pet­er­sen.
Verturin skal standa leysur á gólv­i­num. So verður eitt borð í øðr­um endanum, har hann kann standa og hava kon­front­a­tións­sam­røð­ur, og í hinum endanum á studi­o­num verður eitt borð, har tað ber til at sita og kjakast, per­spek­ti­vera og analýsera.
Og so alt eftir, hvat evnið er, so gong­ur verturin aftur frá borð­i­num.
– Jú, tað verður ein rímuliga stór broyting, og leikluturin hjá vert­i­num verður ein heilt annar – og vit skulu ordiliga venja okk­um við, at tað vera nýggir vertir, sigur Georg L. Petersen.

Meldurin í staði fyri Radaran
Í útvarpinum verður tann broyt­­ing, at sendingin Radarin mik­u­dag verður tikin av, og í staðin kem­ur nýggj sending, nevnd Meld­u­rin, sum verður send í tím­anum millum 17 og 18 týsdag, mik­u­dag og hósdag.
– Endamálið við hesi sending er at sleppa meira í dýpd­ina við nøkr­um fáum evnum, sigur Ge­org L. Petersen.
Redaktørar í Meldrinum vera Jón Brian Hvidtfeldt, Bryn­hild Thom­­sen og Marj­un Dals­gaard. Tey fara upp á skift at standa fyri send­ingini, men fara at a­r­beiða saman við tíðindadeildini.
Dagur & Vika í nýggja ham­inum fer fyrstu ferði í luftina mán­a­kvøldið 30. september.