Nýtt búskaparráð tekur við í morgin, og av teimum sjey limunum í ráðnum verða teir fimm skiftir út. Umframt Johnny í Grótinum, formann, takka Óli Samró, Una Joensen, Gunvør Balle og Anna Kass fyri seg í ráðnum. Bert Poul Geert Hansen og Magni Laksafoss verða sitandi í Búskaparráðnum.
Arbeiði brúkt sum íkast
Johnny í Grótinum segði á tíðindafundinum í morgun, tá ið hann takkaði fyri seg, at tað hevur verið lurtað eftir ráðnum, og ráðið hevur eisini í eina ávísan mun havt mennandi kjak við politikkarar um ymisk viðurskifti.
Sum heild haldi eg, at tað kann sigast, at arbeiðið hjá ráðnum hevur verið brúkt sum eitt íkast til rikna politikkin, segði Johnny í Grótinum.
Nýggju limirnir í ráðnum, sum tekur við í morgin, eru Elisabeth Eldevig Olsen, Durita Tausen, Jørn Astrup Hansen, Rúna Hjelm og Zvonko Mrdalo. Ráðið hevur ikki skipað seg enn, men tað verður væntandi gjørt í februar mánað.










