Johnny Logan and Friends til Føroyar

11. desember 2007 kemur heimskendi Johnny Logan til Føroyar saman við orkestri sínum, sum í november og desember eru á ferð við ?Johnny Logan?s X-Mas Show? í Norðurlondum. Konsertin við Johnny Logan and Friends er triðja stóra konsertin, sum Five Star Entertainment skipar fyri í ár.

 

Johnny Logan trein inn á altjóða tónleikapallin í 1980, tá hann vann Altjóða Melodi Grand Prix við sanginum ?What?s Another Year?. Sangurin endaði skjótt ovast á øllum evropeiskum hitlistum og fleiri enn 3 milliónir eintøk vórðu seld av single-útgávuni. Seinastu 25 árini hevur Johnny verið víða um við tónleiki sínum. Umframt at spæla eitt ótal av konsertum, luttekur Johnny Logan hvørt ár eisini í miðal í 40 sjónvarpssendingum kring Evropa.

Tann seinasta fløgan hjá honum, ?The Irish Connection?, sum varð givin út í Danmark í apríl í ár hevur staðið seg óvanliga væl. Í Danmark eru fleiri enn 50.000 eintøk av fløguni seld og á donsku hitlistanum hevur ?The Irish Connection? ligið ovarlaga í 37 vikur út í eitt.

 

Á konsertini á Hálsi fara vit sjálvandi at hoyra nógv frá nýggju fløguni. Løg sum t.d. ?Wild Rover?, ?Molly Malone?, ?Whiskey in the Jar?, ?Dirty old Town?, ?The town I Loved so Well? og mong onnur vera eisini at hoyra hetta kvøld.

 

Atgongumerkjasølan til konsertina byrjar týsdagin 30. oktober 2007 í Kunningarstovunum í Havn, í Vági, í Runavík og í Klaksvík. Tey kosta 425,- og avmarkað atgongd er til konsertina.