Johnny ivingarsamur um Mount Everest

Tað er nógv meira krevjandi at koma upp á heimsins hægsta fjall, enn tað var at koma upp á Baruntse. Og haraftrat er tað eisini nógvar ferðir dýrari. Tí ivast Johnny eitt sindur í, hvussu tað verður við Mount Everest

Fjallaklintring
Eftir at hava verið uppi á 7.129 metra høga fjallinum Baruntse, er 27 ára gamli vestmenningurin Johnny Joensen farin at ivast í, um hann eisini skal leggja seg eftir at koma upp á tindin á heimsins hægsta fjalli, Mount Everest.
Teir, ið leiddu Johnny og teir ellivu danskararnar á ferðini upp á Baruntse, kenna eitt sindur til viðurskiftini, tá tað snýr seg um at koma upp á Mount Everest, og tað er frá teimum, at Johnny hevur fingið at vita, hvussu trupult tað kann vera at sleppa framat.
? Fyri tað fyrsta krevst nakað nógv meira fyri at røkka tindinum á Mount Everest, og tað er sum heild ein nógv strævnari ferð, ið setur munandi størri krøv til tann, ið roynir tað, sigur Johnny.
? Og so er tað prísurin eisini. Tað kostar eina hálva millión krónur at sleppa upp á Mount Everest, so tað er einar seks ella sjey ferðir dýrari, enn henda ferðin hjá mær upp á Baruntse var tað.
Tað er ymist, ið ger, at tað er nógv dýrari at sleppa upp á heimsins hægsta fjall, enn tað er at sleppa upp á hini fjøllini rundanum, ið eru næstan líka høg.

Trot á leiðarum
Millum annað sigur Johnny, at ringt er at fáa fatur á ferðaleiðarum, og at teir tøku eru ikki fleiri í tali enn so, at teir kunnu teljast á aðrari hondini.
? Sum eg havi skilt tað, er høvuðsferðaleiðarin skoti, og umframt hann eru tað bara nakrir heilt fáir, ið fáast við at leiða fólk upp á Mount Everest, sigur hann.
? Tað er eisini tað, at teir fara ikki upp hagar við fólki fyri ein og hvønn prís, tí tað er jú ikki sørt vandamikið at gera ferðina upp á heimsins hægsta fjall. Tú skalt í grundini vera heppin fyri at sleppa upp í part, tá ferðir verða gjørdar upp á Mount Everest.
Við tíðini er tað eisini blivið nógv meira sjáldsamt, at ferðir verða gjørdar upp á heimsins hægsta fjall, sum er málið hjá nógvum av heimsins fjallaklintrarum, og tí er ikki óvanligt, at teir royndu ferðaleiðararnir aftra seg sum longst, áðrenn teir játta at leiða ferðandi upp á tindin yvir øllum tindum.
Skal hetta lata seg gera hjá Johnny, soleiðis sum hann upprunaliga ætlaði tað, noyðist hann at brynja seg við nógvum toli, eins og hann verður noyddur at rigga til í nógv longri tíð, enn hann gjørdi hesa ferð.

Tekur tvey ár
Og tíðin er eisini nakað, ið fær Johnny at ivast, tí meðan fyrireikingarnar at koma upp á Baruntse tóku nakrar mánaðir, tekur tað vanliga eini tvey ár at fyrireika seg til ferðina upp á Mount Everest.
? Hetta skal ikki skiljast, sum at eg havi givið upp, tí tað havi eg ikki. Men eg dugi bara at síggja, at tað verður sera kostnaðarmikið at røkka hesum málinum, og so er spurningurin, um tað letur seg gera at fáa fatur á so nógvum pengum, ið skulu til, sigur Johnny Joensen.
? Í grundini havi eg eisini havt eina frálíka uppliving, nú eg havi verið í hæddum, sum eru oman fyri teir 7.000 metrarnar, so kanska eri eg fyri ein part mettaður av tí. Eg skal kortini ikki taka munnin ov fullan og avskriva Mount Everest beinanvegin, men at tað er ein heilt onnur uppgáva, havi eg ið hvussu er funnið útav, nú eg havi verið í Nepal.