Johnny givið Liljan Weihe ætlanarskriv um uppsøgn

Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, hevur í dag fingið ætlanarskriv frá Johnny í Grótinum.

Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, váttar fyri Miðlahúsinum, at hon í dag hevur fingið ætlanarskriv um uppsøgn frá Johnny í Grótinum, stjóra í Kringvarpinum.

 

 

- Orsøkin til uppsøgnina er, at stjórin kann ikki góðtaka tygara illoyala atburð móti stjóranum, móti stovninum, sum millum annað er komið til sjóndar seinastu dagarnar, stendur at lesa í ætlanarskrivinum um uppsøgn.

 

 

Liljan Weihe hevur fingið 14 dagar at svara upp á ætlanarskrivið. Johnny í Grótinum sigur við Miðlahúsið, at Heini Gaard er virkandi tíðindaleiðari.