Johnny fer ikki at kanna litin á tíðindafólkunum

Trúvirði er ikki nakað, ein kann krevja, men nakað ein má vinna, sigur Johnny í Grótinum, nýggjur kringvarpsstjóri

Tað er sjúkrahússtjórin Johnny í Grótinum sum verður nýggjur kringvarpsstjóri kunngjørdi stýrið fyri Kringvarpið í morgun. 41 ára gamli klaksvíkingurin er búskaparfrøðingur, hevur verið bankamaður, formaður í Búskaparráðnum og nú sjúkrahússtjóri, men sjálvur sær hann kortini ein reyðan tráð gjøgnum alt virksemi.

- Í øllum, sum eg havi fingist við seinastu árini, havi eg á onkran hátt havt ein almennan leiklut. Tað er eisini hesin áhugin fyri samfelagsviðurskiftum og tað samfelagsliga “engagementið”, sum gjørdi, at eg valdi at søkja hetta starvið, sigur hann.

 

Fyrstu viðmerkingarnar um, at tað fór at vera gott at fáa eitt sindur av bláum í reyða sosialistiska rottureiðrið í Sortudíki vóru skjótar, tá tíðindini frættust, at Johnny í Grótinum verður nýggjur kringvarpsstjóri. Sjálvur ætlar hann sær ikki at leggja seg beinleiðis út í, hvønn lit starvsfólkini á stovninum hava, men fer heldur at tryggja, at trúvirði stovnsins er í lagi.

- Trúvirði er ikki nakað ein kann krevja, men nakað, ein má vinna. Mín uppgáva verður at tryggja, at vit áhaldandi halda okkum til fjølmiðlaetiskar leiðreglur, at vit lata báðar partar sleppa fram at og at vit hava grundarlag fyri teimum sendingum, sum vit gera og tíðindum, sum vit bera, sigur Johnny í Grótinum.

 

Ein broyting, sum væntandi fer at síggjast í Kringvarpinum, eftir at Johnny í Grótinum tekur við starvinum 1. septembur, er at stovnurin fer at vera sjónligari á øðrum miðlapallum, sum hann sjálvir kallar tað.

- Her síggi eg stóran møguleika fyri bata. Eg haldi, tað er týdningarmikið, at flyta samrøðurnar og upplýsing út á pallar, har sum fólkið er. Vit mugu ikki standa og rópa einsamøll í einum hornið, sigur Johnny í Grótinum.

 

Tað undrar kanska onkran, at hann longu nú fer úr starvinum sum stjóri á Landssjúkrahúsinum, men hann sigur, at hann metti seg standa við eitt vegamót.

- Eg havi sitið sum stjóri á Landssjúkrahúsinum í tvey ár og nýliga varð avgerð tikin um at broyta innihaldið í tí starvinum. Tað var mær í boði at leiða og eg var motiveraður til at taka við og fara undir tær bygnaðarbroytingar, sum skulu gerast, men samstundis gav hetta mær eitt høvi til at hugsa meg um einaferð enn. Tá so hetta starvið bleiv tøkt, valdi eg at søkja, sigur Johnny í Grótinum.