Johnny fær løn í 8 mánaðir

Johnny í Grótinum er farin úr starvi frá 31. juli og fær løn til 31. mars.

Átta mánaðarlønir fær Johnny í Grótinum við sær, nú hann fer frá sum stjóri í Kringvarpinum frá 31. juli at rokna. Tað var í gjárkvøldið, at Kringvarpsstýrið sendi tíðindaskriv út um, at stjórin og stýrið hava avtalað at enda samstarvið. Hendan hendingin kemur í kjalarvørrinum av teldupostamálinum, sum Sosialurin avdúkaði í útgávuni mánadagin. 

 

Les eisini: Teldupostarnir: Tí er Johnny farin frá

 

Miðlahúsið hevur fingið innlit í fráfaringaravtaluna millum Johnny í Grótinum og Kringvarpsstýrið. Tað vísir, at Johnny í Grótinum fer úr starvi frá 31. juli í ár. Orsøkin til, at Johnny í Grótinum ikki fer úr starvinum formelt fyrr enn 31. juli er helst, at hann hevur feriu til góðar. Hann fær løn fram til 31. mars stendur at lesa í fráfaringaravtaluni. 

 

Sambært lýsingini, sum varð send út í fjør, tá ið Kringvarpið søkti eftir nýggjum stjóra, so er Kringvarpsstjórin løntur eftir 38. lønarflokki í tænastumannasáttmálanum. Tað merkir, at hann fær 52.922 krónur í grundløn. Síðani fær hann eina viðbót fyri at verða áramálssettur, sum vanliga er 15% av grundlønini. Og aftrat tí er pensjón. 

 

Tilsamans verður tað umleið 70.000 krónur um mánaðin. Um vit rokna fra 31. juli til 31. mars so er tað umleið 560.000 krónur.