Søgan hjá Roger Moore skal filmatiserast og í løtuni er Johnny Depp favorittur til høvuðsleiklutin. Tvey amerikansk framleiðarafirma?ir berjast í løtuni um rættindi til minnini hjá Roger Moore, eftir at sjálvbiografi hansara ?My Word Is My Bond? kom út í oktober.
Sjálvbiografi?in lýsir m.a. upplivingarnar hjá fyrrverandi agenti 007 í 50?unum og 60?unum við stjørnum sum Elizabeth Taylor, Lana Turner og David Niven. Tað eru serliga hesar søgur frá serliga lívinum, sum framleiðarafirma?ini eru áhugaði í.
Ein kelda sigur frá, at bæði framleiðarafirma?ir fegin vilja síggja Johnny Depp í høvuðsleiklutinum sum Roger Moore.
- Tey eru sera áhugaði í lívinum hjá Moore, áðrenn hann varð James Bond. Tey eru vís í, at fólk fara at dáma hetta og at filmurin verður eitt hitt.