Johnny Depp drakk fyri at klára trýstið

Tá ið sjónleikarin Johnny Depp av fyrstani tíð gjørdist kendur, misnýtti hann rúsdrekka fyri at klára stóra trýstið. Vanliga dámar Johnny Depp ikki serliga væl at tosa við fjølmiðlarnar, men nú greiðir hann frá, at hann ballaðist sera nógv í 90?unum, tá ið hann knappliga gjørdist superstjørna. Tá var Johnny Depp forlovaður við modellini Kate Moss og vinir við beiggjarnar Liam og Noel Gallagher frá Oasis, sum øll hava tað umdømi, at teimum dáma væl at ballast.

 

Við FemaleFirst segði Depp:

- Eg vildi ongantíð vera hann, øll hugdu eftir. Eg føldi, at eg bert kundi vera eg sjálvur, tá ið eg var einsamallur. Einasti mátin, eg kundi koma ígjøgnum táverandi trupulleikar mínar, var við at drekka. Eg nýtti rúsdrekka í fleiri ár, men eg havi ongantíð misnýtt rúsevni í tann mun, sum nógv vilja vera við.

 

Sjálvur sigur Depp frá, at dama hansara Vanessa Paradis, sum hann hevur tvey børn saman við, hevur ein stóran part av æruni fyri, at hann kom upp á rætt kjøl aftur.