Johnny Deluxe í Rex og Luux

Leygarkvøldið verður forkunnug tónleikavitjan í høvuðsstaðnum, tá Johnny Deluxe við bólki kemur at spæla live í Luux frá klokkan 02 til 03.

Noam Halby, kendi sangarin úr væl umtókta danska elektropopp bólkinum Johnny Deluxe, hevur fleiri ferðir áður vitjað í Føroyum, og hann var eitt stórt navn fyri nøkrum árum síðani. Nú roynir hann seg aftur.

Fyri fimtan árum síðani stovnaðir sangarin og tónleikarin Noam Halby tónleikabólkin Johnny Deluxe, sum fekk sítt gjøgnumbrot við lagnum »Elskovspony«. Fólki dámdi sera væl inniliga tónleikin og sjarmerandi tekstirnar hjá bólkinum, so hann reyk skjótt upp á stjørnutindarnar.

Í 10 ár var Johnny Deluxe fastur fúsur í toppinum á danska tónleikapallinum. Hetta tíðarskeiðið hevði bólkurin fleiri enn 10 løg fremst á hittlistunum, eitt nú »Drømmer jeg?«, »Vi Vil Ha’ Mer«, »Det Du Gør« og »Drenge Som Mig«.

Bólkurin er ein av best umtóktu popprock bólkunum í Danmark í nýggjari tíð og hevur m.a. eisini luttikið í danska Melodi Grand Prix'num – bæði sum bólkur og sum sangskrivarar.

Leygkvøldið – ella rættari sunnunáttini frá klokkan 02 til 03 verður hann á palli í Luux í Havn.