Eitt av størstu donsku tónleikanøvnunum í løtuni, Johnny Deluxe, spældi og handaði eina virðisløn á Planet Awards leygarkvøldið.
Gott tiltak
Planet.fo hitti Noam og Søren backstage leygarkvøldið. Teir vóru báðir í sera góðum hýri:
- Eg haldi, hetta tiltakið er rættiliga væl fyriskipað. Hóast eg ikki havi so gott skil á føroyskum tónleiki, haldi eg tað er óført, at onkur setir tónleikin í brennidepilin. Tað hevur hann avgjørt uppiborið. Sjálvandi kenni eg Teit, Guðruna Sólju og Eivør, men eg gleði meg til at hoyra og njóta hinar bólkarnar, ið skulu spæla í kvøld, sigur Noam við einum smíli, meðan Søren beinanvegin leggur afturat, at 200 gleða teir seg serliga til at hoyra:
- Vit hava hoyrt okkurt smávegis frá bólkinum 200. Og teirra punktónleikur fall okkum rættiliga væl í oyrað, og eg ivist onga løtu í, at teir hava altjóða møguleika. Eisini fingu vit júst eina fløgu frá tónleikabólkinum The Dreams. Henda fløgan tykist mær sera áhugaverd, og eg gleði meg at hoyra hana. Teir hava jú gjørt eina sera kula tulking av einum sangi hjá songkvinnuni Anastasia.
Túr við tyrlu
Noam og Søren vóru leygarmorgunin tyrlutúr kring landið, og vóru teir bergtiknir av tí, teir sóu:
- Vit hava ongantíð áður verið í eini tyrlu, so tað var spennandi í sjálvum sær, men at síggja máttmiklu náttúruna, var tó tað besta. Eg elski at vitja støð, har eg ikki havi verið fyrr, og Føroyar eru einki undantak. Tíverri náddu vit ikki at fara túr niðan í fjøllini, men tað má avgjørt vera eina aðru ferð, greiddi Søren frá.
Handaðu Poppkorn
Noam og Søren drukku tað seinasta av ølini og máttu síðan í skundi fara niðan í høllina at handa virðislønina »Besti nýggi bólkur«. Tað var sum kunnugt gentubólkurin Poppkorn, ið fór við hesi heiðurslønini, og vórðu tær eisini púrasta tiknar á bóli, tá tað enntá vóru poppstjørnurnar Noam og Søren, ið handaðu, Søren og Noam greiddi seinni planet.fo frá, at teir hildu tað vera ótrúliga stuttligt at síggja hvussu glaðar genturnar vóru fyri heiðurslønina.










