Johnleif leiðari av ungdómshúsinum

Í eina tí hevur verið arbeitt við at fáa eitt ungdómshús á Toftum. Nú er Johnleif Gerðisá av Nesi settur í starv sum leiðari fyri Ungdómshúsið á Toftum

Ungdómshúsið, sum húsast í bygninginum hjá BankNordik á Toftum, er fyri øll ung millum 13 og 18 ár. Hetta er eitt úrslit av samstarvi millum tey fólk í Nes og Runavíkar kommunu, sum hava arbeitt við tankanum um ungdómshús í økinum. Frítíðarfeløg og Blái Krossur eru eisini við í ætlanini.

Alfred Olsen, formaður í Rituvíkar og Tofta Blákrossfelag, sigur, at ætlanin er at virksemið í Ungdómshúsinum skal byrja so skjótt sum gjørligt, og miðað verður eftir at hava opið hús týsdagin 15. februar.

Somuleiðis fegnast hann um vælvild og gott samstarv við Nes og Runavíkar kommunu, sum eisini stuðla Ungdómshúsinum fíggjarliga.

- Uttan teirra stuðul hevði tað ikki verið møguligt at sett ein leiðara í starv fulla tíð, sigur hann.

Johnleif er 29 ár, er námsfrøðingur og hevur aðrar viðkomandi útbúgvingar, skrivar heimasíðan hjá Bláakrossi - www.blakross.fo.