Nes kommuna hevur søkt eftir nýggjum leiðara til Tofta Kvøldskúla, nú Áki Dyssegaard, sum hevur verið leiðari, hevur sagt seg úr starvi.
Inn komu tríggjar umsóknir, og á bygdaráðsfundi hin 2. mai í ár varð gjørt av at seta Johnleif Gerðisá, sum er ættaður av Nesi, í starvið.
Jóhnleif Gerðisá er námsfrøðingur, umframt at hann hevur lokið svimjilæraraprógv, venjaraútbúgving, dómaraprógv hjá DBU, hægri handilsútbúgving á Kambsdali og útbúgving í telduflokki á Kambsdali.
Harumframt hevur hann drúgvar starvsroyndir innan barna-og ungdómsarbeiði, og hann hevur bæði verið leiðari í ungdómshúsi, venjari og samskipari innan ítrótt.
Johnleif Gerðisá tekur við starvinum sum leiðari í Tofta Kvøldskúla hin 1. august 2022.