Hetta er ikki rætt. Eg havi ikki skrivað um læknavaktir ella politivaktir í Norðoyggjum og Eysturoynni, og havi heldur ikki víst til nakað, sum Norðloysið hevur skrivað um hetta evnið. Eg havi harafturímóti greitt væl og virðiliga frá, at fyrra greinin hjá mær var IKKI meint sum ein viðmerking um nevnda ítøkiliga málið. Tí harmar tað meg, at John William við vilja yvirsær hetta.
John William fer síðani yvir til eitt heilt annað evni, sum einki hevur við mína grein at gera. Hann vísir á, at meðan eg havi sitið í løgtinginum, hava borgarar í Eysturoy, Vágum og Norðoyggjum mist týðandi part av kommunulæknatænastuni, og hann ger nógv burturúr hesum í greinini.
Sum eg skilji tað, so meinar hann við telefonvaktina (nr. 1870). Til tað er at siga, at hon var komin áðrenn eg bleiv tingmaður.