John William Joensen er nú givin á Norðlýsinum.
Fyrr í ár, á 100 ára haldinum hjá Norðlýsinum, boðaði hann frá, at hann fór at trappa niður og í august trekti hann seg eisini sum formann í Norðoya Sambandsfelag, har hann hevur verið formaður síðani aldarskiftið.
John William Joensen varð raktur av Parkinsonsjúku fyri nøkrum árum síðani og er nú komin til ta niðurstøðu, at sjúkan og heilivágurin krevja ov nógv.
- Sum støðan er í løtuni, har parkinson sjúka og heilivágur í alt ov stóran mun hava tikið ræði á lívi mínum, eri eg ikki longur førur fyri at røkja mítt starv og tí eri eg ikki longur á Norðlýsinum.
Sum vera man, veitir hann øllum samstarvsfeløgum eina stóra tøkk fyri hesa tíðina.
- Ein serlig tøkk til konu mína sum altíð hevur stuðlað og børn míni, familja og vinir, skrivar John William Joensen á Norðlýsinum.