John venjari í AB

Fyri stuttum bórust tíðindini um, at Kári Reynheim næsta kappingarár skal standa á odda fyri Vodafoneliðnum hjá NSÍ.
Kári hevur verið ungdóms­venjari á Argjum, og nú er tað greitt, hvør skal lyfta ta upp­gávuna. AB heimasíðan veit at siga, at John Norðbúð Thomsen næsta ár skal taka sær av unglingunum og 2. deild­ar­liðnum hjá AB.
John hevur spælt fótbólt í B36, har hann eisini var ung­dómsvenjari í fleiri ár. Hann hevur eisini vant kvinnuliðið hjá B36.
Við AB heimasíðuna sigur John Norðbúð Thomsen, at hann er spentur upp á nýggju avbjóðingina:
– Argjamenn hava stóran og góðan unglingahóp, og har eru góðir møguleikar at menna unglingar til vaksnamanna­fótbólt. Fleiri 3. árs unglingar eru, sum skjótt eiga at fara at vera búnir at spæla á besta lið­num. Eg ætli mær at brúka ung­lingarnar á 2. deildarliðnum, og í unglingadeildini rokni eg við møguleikanum at røkka heiðurs­merkjaplássi, sigur nýggi ungdómsvenjarin í AB.