John var nøgdur

Hóast Skála fyri fyrstu fer læt mál fara ígjøgnum undir nýggja venjaranum, so var John Petersen ikki nakar ónøgdur maður eftir javnleikin móti B36. Felagnum, har John í sjey ár taldist millum berandi kreftirnar á liðnum.

- Sjálvandi er tað keðiligt at missa sigurin, tá tú ert somikið nær. Men eg haldi, at javnleikurin er eitt rættvíst úrslit, sigur venjarin, sum annars er væl nøgdur um avrikið.

- B36 lá langt afturi á vøllinum fyri steðgin. Men sum gestir í Gundadali hildu vit ikki, at tað var upp til okkum at skapa dystin. Eftir steðgin hendir kanska meira, tá B36 flytur spælið longur niðan, men vit halda teimum kortini frá møguleikum, og hatta kontra-málið hjá okkum er altso í heimsklassa. Tíverri fáa teir so eitt ordans trýst seinastu løtuna, og so fáa teir eitt mál, har vit tvær ferðir selja okkum í síðuni. Sjálvandi rakar Mikkjal eisini handan bóltin perfekt, og eg skal so ikki lasta Hans, at hann hesa ferð læt mál fara ígjøgnum, sigur John Petersenn.