John Petersen er nú hjálparvenjari á fótbóltslandsliðnum, eftir at hann í fleiri ár var ein grundstuðul á vøllinum.
- Fyrstu ferðina var tað løgið at verða á landsliðnum sum venjari, men eg havi vant meg við mín nýggja leiklut, sigur John Petersen.- Hetta er ein sera spennandi uppgáva at fáa, og eg eri ikki minst spentur, nú fyrsti veruligi dysturin er fyri framman. Eg havi ikki havt nervar, síðani eg spældi á landsliðnum í 1995, men eg rokni við, at teir koma aftur áðrenn hendan dystin, sigur hann.