Sum In.fo skrivaði fyri kortum, so verður John Tordar Poulsen at síggja í AB hetta kappingarárið. Hann skal avloysa makedoniska Ivan Knezevic, ið bleiv sendur heim eftir fáar vikur í landinum. Mett var ikki, at hann kundi gera nakran mun.
John Tordar er 32 ára gamal og er vágbingur. Hann hevur stóran part av fótbóltskarrieruni spælt á liðnum hjá vágbingum undir heitunum VB, VB/Sumba og FC Suðuroy. Tó hevur hann eisini fyri nøkrum árum síðani roynt seg hjá Fram, MB og FC Hoyvík, skrivar AB.fo og leggur afturat:
Les eisini: AB sent áleypara heim
Seinastu hálvttriðju árini hevur hann spælt í Jyllandsseriuni við Horsens Freja, meðan hann hevur verið í Danmark og lært til byggifrøðing. Nú hann er komin heim aftur á klettarnar, er hann farin í starv hjá Húsavarðatænastuni. Har hevur samstarvið óivað verið gott millum hann og Sorin Anghel og Dimitrije Jankovic, ið báðir eisini starvast hjá Húsavarðatænastuni.
AB spældi í fyrsta dystinum javnleik móti 07 Vestur á Argjum. Úrslitið bleiv 1-1.