Líkt er til at felagið hjá Jens Martini Knudsen, Leiftur, hevur saknað ein føroyskan málskjútta, síðani Uni Arge í fjør gjørdi av at flyta til Akranesar at royna fótbóltseydnuna.
Vilja hava John
Í øllum førum skrivar Morgunblaðið í dag, at Leiftur í løtuni eru í samráðingum við B36 og John Petersen, um at fáa føroyska landsliðsleikaran til Íslands.
Blaðið skrivar millum annað, um John Petersen, at hann hevur verið ein hin vandamesti álopsleikarin í føroysku kappingini seinnu árini, har hann hevur spælt við GÍ og B36 (hann hevur eisini spælt 1. deildarfótbólt við B68 blðm.), umframt at hann hevur leikt 25 dystir á føroyska landsliðinum.
Eisini hava teir bitið merki í, at John í 1994 var toppskjútti í føroysku kappingini, tá hann leikti við GÍ, umframt at hann í 50 landskappingardystum við B36 hevur skotið ikki minni enn 49 mál.
Esini veit blaðið at siga, at ein liður í hesum samráðingum hevur verið, at B36 um páskirnar slapp at læna Jens Martin Knudsen.
Samband men eingin avgerð
Sjálvur váttar John Petersen, at tað hevur verið samband millum partarnar.
- Vit tosaðu saman, nakað áðrenn landsliðið fór til Liktinstein, men enn er eingin avgerð tikin í hesum sambandi.
Kristian á Neystabø, formaður í B36, sigur seg onga viðmerking hava til tíðindini frá íslendska blaðnum.










