B36 má eftir øllum at døma vera John Petersen fyriuttan, tá landskappingin fer ígongd um tvær vikur.
Í dystinum móti FS Vágum noyddist landsliðsmaðurin av vøllinum nakað inn í seinna hálvleik, og tá vit seinast frættu úr B36, varð roknað fyri vist, at talan var um ein fipurskaða.
Tað vil við øðrum orðum siga, at talan helst verður ein steðg upp á einar tríggjar vikur, og tað er einki at taka seg aftur í, at tey í B36 iðra seg um hetta. Í dystunum higartil í ár hevur landsliðsmaðurin sýnt satt stórspæl, og stórur partur av annars málsókna álopsspælinum hjá B36 hevur hvílt á herum hansara, men nú noyðist venjarin so helst at finna onkran annan máta at greiða hendan partin av spælinum komandi dystirnar.