Tann nógv umstríddi Chelsea miðverjin hevur nú boðað frá, at hann gevst á enska landsliðnum. Hóast hann er fríkendur í rættinum fyri rasistiskan málburð, so hevur enska fótbóltssambandið ákært hann fyri sama brot.
John Terry sigur, at hann ikki kann halda fram á landsliðnum, eftir at enska fótbóltssambandið hevur avgjørt at ákæra hann fyri rasistiskan málburð móti Anton Ferdinand í einum dysti í farna kappingarár.
John Terry var fríkendur í rættinum, men mett verður, at hann helst verður dømdur av FA, sum skal brúka nógv minni prógvgrundarlag enn rætturin fyri at døma ein sekan.
Enski miðverjin hevur tvær ferðir mist liðskiparabandið á landsliðnum. Í 2010 misti hann liðskiparabandið, tá tað kom fram, at hann hevði verið saman við damuni hjá einum øðrum landsliðsleikara. Hann gjørdist aftur liðskipari, men í feburar í ár misti hann tað aftur í samband við støðuna um nýtslu av rasistiskum málburði mótvegis Anton Ferdinand.
John Terry er 31 ára gamal og hevur spælt 78 landsdystir fyri Ongland.











