Boxing Day er í Bretlandi og fult umfar er í Premier League. Talan er um 18. umfar og fyrsti dysturin var á Stamford Bridge, har oddaliðið Chelsea vann 2-0 á West Ham. John Terry og Diego Costa skoraðu málini.
West Ham hevur í ár tikið tey flestu á bóli og liggur á fjórða plássi, sum gevur Champions League fótbólt. Hetta sást tó ikki aftur í dag, tí Chelsea vísti veruliga styrki og var greitt omaná. Eitt skifti hevði heimaliðið bóltin tríggjar fjórðingar av tíðini.
Tað var ímyndin av Chelsea seinastu nógvu árini, 34 ára gamli liðskiparin og miðverjin John Terry, sum legði Chelsea á odda í fyrra hálvleiki. Eftir hornaspark setti Diego Costa høvdið á og so var John Terry fyrstur at beina bólti í málið.
Í seinna hálvleiki var dystargongdin tann sama. Diego Costa økti, tá hann snýtti ikki færri enn tríggar West Ham verjuspælarar við skotfintuni. Síðani sendi hann bóltin í handara síðunet við vinstrabeininum.
Tá var dysturin avgjørdur, men fáar minuttir fyri tíð rakti West Ham stongina, men nærri komu teir ikki. Chelsea er fyri fjórðu ferð í Premier League søguni nummar eitt á jólum. Hinar tríggjar ferðirnar hevur tað úrslitað í einum meistaraheiti.
Premier League 18 umfar:
Í dag:
Chelsea - West Ham 2-0 (1-0)
1-0 John Terry, 31
2-0 Diego Costa, 62
Burnley – Liverpool (15:00)
Crystal Palace – Southampton (15:00)
Everton – Stoke (15:00)
Leicester – Tottenham (15:00)
Manchester United – Newcastle (15:00)
Sunderland – Hull (15:00)
Swansea - Aston Villa (15:00)
West Brom - Manchester City (15:00)
Arsenal – QPR (17:30)










