Á samkomu sunnukvøldið varð kunngjørt at leikarar í Englandi hava valt miðverjan og liðskiparan hjá Chelsea John Terry til ársins leikara.
Felagið hjá leikarunum skipar hvørt ár fyri PFA Player of the year atkvøðugreiðsluni. Í ár varð atkvøtt millum Chelsea leikararnar Petr Cech, Frank Lampard og John Terry, Arsenal framherjan Thierry Henry, Liverpool liðskiparan Steven Gerrard og Crystal Palace framherjan Andrew Johnson.
Í ár var tað 24 ára gamli Terry sum fekk heiðurin. Terry hevur havt eitt frálíkt ár. Har hann saman við liðfeløgunum hevur vunnið Liga Cup, er væl ávegis at tryggja sær enska meistaraheitið og mikudagin spælir móti Liverpool í hálvfinaluni í Champions League.
Manchester United framherjin Wayne Rooney vann heiðurin sum besti ungi leikari.