John Terry aftur enskur liðskipari

 

Fabio Capello hevur nú kunngjørt, at Chelsea miðverjin, John Terry, aftur er fastur liðskipari hjá enska landsliðnum. Tað sigst dáma Rio Ferdinand illa. Tað var tíðliga í fjør, at enski landsliðsvenjarin, Fabio Capello, valdi at taka liðskiparabandið frá John Terry. Fjølmiðlarnir vóru á tremur við søgum um John Terry og hansara privat lívið. Millum annað skuldi hann og konan hjá liðfelaginum, Wayne Bridge, havt spælt annað enn luto tá Wayne Bridge ikki var heima. Alt endaði við, at Wayne Bridge valdi at takka fyri seg á enska landsliðnum og sum vinmaður hjá John Terry, sum sjálvur hevði konu og tvey børn.

 

Í hansara stað var Manchester United miðverjin, Rio Ferdinand, valdur. Hann hevur tó verið illa skaddur og tí hevur Fabio Capello nú valt at geva 30-ára gamla John Terry liðskiparabandið aftur. Sambært Dailymail, so er Rio Ferdinand lítið fegin um tað avgerðina. Blaðið sigur seg vita, at Rio Ferdinand ikki var áhugaður í at tosa við Fabio Capello, hóast báðir vóru á Old Trafford í dag og sótu stutt frá hvørjum øðrum.

 

Ongland skal í næstum spæla móti Wales í undankappingini til EM 2012.