John tekur tað róligt

Hóast tað líkist einum plássi millum teir fyrstu ellivu, eftir tveir túrar á beinkinum, so tykist John Petersen taka tað púra rólig, nú venjararnir skulu seta føroyska liðið

Dublin, Írland: Tey flestu mundu halda, at tann av føroysku útskiftingunum, sum gjørdi besta munin á Cypern, var tá John Petersen varð settur inn á vøllin. Alt fyri eitt byrjaðu nøkur ting at hanga saman í føroyska spælinum fram eftir vøllinum, og sjálvur tykist John eisini hampuliga væl nøgdur um tað, sum hann fekk avrikað hetta korterið.
- Tað var so tað, sum eg skuldi inn til. Altso at royna at fáa fatur á nøkrum bóltum og fáa spælið at hanga betri saman. Tað gekk eisini hampuliga væl, men tað var ræðuliga tungt at koma inn í ein slíkan dyst. Pulsurin var ikki komin heilt upp, tá eg fór á vøllin, og við ferðini, sum tá var á spælinum, var tað sera strævið at fylgja við, og eftir bert fáum minuttum var eg mest sum pøstur.

Einki er givið
Óbeinleiðis, so var tað helst tilgongdin av Claus Bech Jørgensen, sum trýsti John Petersen út á landsliðsbeinkin, har hann annars hevur verið rárur gestur. Hesaferð verður Claus tó ikki á liðnum, og tí er nærliggjandi at hugsa, at venjararnir fara aftur til uppstillingina, sum fyri tað mesta varð nýtt undan hesi tilgongdini. Altso við Rógva Jacobsen sum vinstra miðvallara og John sum øðrum av álopsleikarunum.
Sjálvur tykist John tó ikki hava kannað sær nakran bita. Og hann heldur fast um, at venjararnir hava fleiri møguleikar, nú liðið skal setast saman.
- Eg taki tað púra róligt. Teir kunnu seta Heðin beinleiðis á vinstra miðvøll, og sjálvandi er Rógvi eisini ein møguleiki har, men fyri tað er ikki víst, at eg verði leikarin, sum kemur á plássið fyri Rógva.
- So alt í alt, so vóni eg bara, at eg kann fáa eina løtu á vøllinum onkra staðni í dystinum, sigur altso John Petersen at enda.