John stevnt Dan

Enn einaferð hevur skrivingin hjá blaðstjóranum á Oyggjatíðindum givið honum eina stevning um hálsin

Í gjár stevndi John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Dan Klein, blaðstjóra á Oyggjatíðindum, fyri ærumeiðing. Í kunningarskrivinum til fjølmiðlarnar verður ikki tilskilað, hvat Oyggjatíðindi hava skrivað, sum hevur ærumeitt, men á øllum brøgdum skilst, at tað snýr seg um forsíðugreinina í blaðnum seinasta mikudag.

Í stuttari viðmerking við Sosialin sigur John Petersen, at Dan Klein altíð hevur verið úti eftir sær, men at hann ongantíð hevur hirt at svara einum slíkum manni aftur.

? Men nú tá tað gongur út yvir familjuna og børnini, so havi eg skyldu til at gera nakað við málið, sigur John Petersen, sum annars ikki ynskir at siga meira um stevningina.