John stevnir VP fyri haturstalu

John Johannessen, journalistur í Kringvarpinum, sum er samkyndur, hevur meldað vp.fo til løgregluna fyri eitt lesarabræv á heimasíðuni.

– Eg eri journalistur og skal kunna dekka alt. Men okkurt prisipielt mark skal vera í okkara samfelag. Samfelag er jú nakað, sum vit byggja felags mørk og felags rammur fyri.

 

– Tí havi eg í dag meldað hesa grein og miðilin, sum ber hana, til løgregluna. Tá sagt verður, at samkynd foreldur eru vandamikil fyri børn og lagt verður upp til, at tey eiga at verða skotin eins og geldir veðrar, so er komið at mørkum.

 

– Skulu vit hava eitt sunt samfelag, so kunnu vit ikki støkka undan alla tíðina, skrivar John Johannessen.

 

##med2##