John spyr um javnstøðu hjá monnum

John Johannessen vil hava at vita, hvørji stig landsstýrismaðurin í javnstøðumálum ætlar at taka til tess at tryggja javnstøðuna hjá monnum

- Hvussu heldur landsstýrismaðurin, at samsvarið er millum politiska ynskið um javnstøðu millum kynini og galdandi lóg um foreldramyndugleika, har ógiftir pápar ongan lógartryggjaðan rætt hava til síni egnu børn?
- Hvussu heldur landsstýrismaðurin tað samsvarar við javnstøðuhugburðin, at ógiftir pápar verða kallaðir inn til politiforhoyr, fyri at staðfesta faðirskapin, meðan hetta í øðrum londum verður gjørt við at senda eitt oyðiblað inn til myndugleikarnar, eins og í øllum vanligum málum?
- Ætlar landsstýrismaðurin í javnstøðumálum at seta seg í samband við landsstýrismannin í lógarmálum, fyri at samskipa javnstøðulóggávuna og familjurættarlóggávuna.

Hesar spurningar fer John Johannessen, løgtingsmaður, at seta Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í javnstøðumálum á løgtingsfundinum í dag, tá munnligir fyrispurningar eru á skránni.
Johan Johannessen vísir í viðmerkingunum á, at nógv hevur verðið gjørt, fyri at styrkja um javnstøðuna millum kynini hesi seinastu árini.
- Hetta er sjálvsagt, og tí eisini at fegnast um. Tó ber til við røttum at siga, at javnstøðuarbeiðið nærum bert hevur snúð seg um javnrættin hjá kvinnum, meðan hugburðurin hinvegin hevur verið, at javnstøðan hjá monnum er sjálvsøgd, heldur John Johannessen.
Hann sigur, at javnstøðan hjá monnum er kortini ikki sjálvsøgd. Í øllum førum ikki, tá tað um familjurættarlóggávu ræður. Galdandi lóg um foreldramyndugleika er frá 1922 og gevur bert mammum foreldrarætt í teimum førum, har foreldrini ikki eru gift. Soleiðis hevur maðurin ongan lógartryggjaðan rætt til síni egnu børn. Ikki so mikið sum rættin at luttaka á skúlaráðsvali.
- Hetta kann eftir míni fatan ikki fatast sum javnstøða millum kynini. Tískil er tað at fegnast um, at nývaldi formaðurin í Javnstøðunevndini hevur boðað frá, at hann ætlar sær at arbeiða við hesum málinum, sigur John Johannessen.
Eftir somu lóg um foreldramyndugleika verða ógiftir pápar eisini í hvørjum einasta føri kallaðir inn á Fútaskrivstovuna til forhoyr fyri at staðfesta faðirskapin. Hetta hóast foreldrini dagliga liva saman og gjøgnum sjúkrahúsverkið hava boðað frá, at tey í felag eiga barnið.
- Hetta má metast at vera niðrandi eftir vanligari fatan í 2005. Slík mál áttu at kunnað verið avgreidd eins og í øðrum londum við vanligum oyðibløðum at senda inn til myndugleikarnar, soleiðis at sleppast kann undan niðrandi innkallingunum á Fútaskrivstovuna at viðurkenna síni egnu børn, heldur John Johannessen.
John Johannessen heldur, at javnstøðulógin er gjørd fyri at tryggja javnstøðu ímillum bæði kynini, og tí setir hann hendan fyrispurningin fyri at vita, hvørji stig landsstýrismaðurin í hesum føri ætlar at taka fyri eisini at tryggja javnstøðuna hjá monnum.