Nýggi álopsspælarin hjá KÍ, Christian Lundberg, var ikki í Vági í gjár. Hann stríðist framvegis við at tryggja Skive uppflyting úr Danmarksseriuni. Í dag vann Skive 1-0 á útivølli í Horsens. Tað var John Petersen, sum skoraði einsamalla málið í 25. minutti.
Sigurin bar við sær, at Skive tvey umfør undan kappingarenda er fimm stig frammanfyri Vejle, sum er næstfremst, og seks stig frammanfyri Ikast, sum er á triðja plássi. Tvey feløg flyta upp, og Skive skal í næstsíðsta umfari 10. juni spæla á heimavølli móti Randers, sum er næstaftast.Christian Lundberg er ikki komin til Klaksvíkar, tí hann fyrst skal tryggja barndómsfelagnum Skive uppflyting.