John skal venja Skála

Væl vitandi keldur vilja vera við, at John Petersen verður maðurin, sum skal taka við sum venjari hjá Skála.

John er skálamaður, men síðani summarið 1993 hevur hann spælt við øðrum feløgum. Bæði í Føroyum og uttanlands.

Enn eru boðini tó ikki váttað alment. Skála heur sambært heimasíðuni spælarafund í løtuni.

Síðani í fjør hevur John Petersen verið hjálparvenjari hjá føroyska a-landsliðnum. Ætlanin er, at John Petersen skal halda fram í tí sessinum, meðan hann verður Skála venjari.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á John Petersen.