Í dystinum í høllini í Vestmanna sunnudagin skeyt John Petersen heili 15 mál, og hetta hevur eingin annar leikari megnað í ár.
John hevur eisini skotið 14 mál í einum dysti, tá teir í grundspælinum vitjaðu Neistan. Tveir aðrir leikarar í fyrstu deild hjá monnum hava eisini megnað at skotið 14 mál í einum dysti, og eru hesir Artur Johansen, sum skeyt 14 mál á útivølli móti H71, og Heini Joensen, sum bæði móti Tjaldur og H71 hevur rokkið sama tali.
Hjá kvinnunum heur Ioana Rápa eisini megnað at skotið 14 mál tvær ferðir, norðuri í Klaksvík og á heimavølli móti VB. VB málverjin mátti somuleiðis finna seg í, at Vesna Tomajek fekk 14 mál, tá vágsgenturnar vitjaðu norðuri í Klaksvík í grundspælinum.










